Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommunu raðfestur eldrátøk og -tilboð

27. oktober 2014

2014-10-eldramorgunmatur-13

Undir yvirskriftini “Tað skal verða enn betur at koma til aldurs í Vágs kommunu” er Vágs kommuna farin undir at skipa nýggj eldraátøk og –tilboð í Vágs kommunu.

Fyrsta átakið var leygardagin, tá Vágs kommuna bjóðaði borgarum 65 ár og eldri til morgunmat í Framtíðini í Vági. Tikið varð sera væl ímóti tiltakinum, tí 95 fólk vórðu møtt til morgunmatin.

Til morgunmatin bjóðaði Dennis Holm, borgarstjóri, vælkomin (sí røðu á vagur.fo) og greiddi frá nøkrum av eldraátøkunum og –tilboðnum, sum Vágs kommuna fer at skipa komandi árini.

Talan er um átøk og tilboð innan trivnað, innan rørslu og venjing, og tilboð um frálæru innan ymisk øki. Nøkur av átøkunum verða umrødd niðanfyri.

 

Trivnaðar átøk og -tilboð

Í gjøgnum alt lívið hevur samvera við onnur fólk stóra ávirkan á trivnaðin. Tað hevur týdning fyri okkum øll at kunna verða saman við øðrum fólkum. Men øll eru ikki eins heppin, tá umræður at hava familju og skyldfólk í nærumhvørvinum, og hetta hevur eisini ávirkan á gerandisdagin og á trivnaðin. Fyri eldra ættarliðið er hetta eisini ein avbjóðing, tí fer Vágs kommuna undir átøk og tilboð, sum kunnu gera trivnaðin hjá eldra ættarliðinum enn betur.

Trivnaðar átøkini og –tilboðini verða skipaði við teirri grundhugsan, at vit øll hava ábyrgd av at ríka um innihaldið í gerandisdegnum hjá eldra ættarliðinum í Vágs kommunu.

Millum nýggju trivnaðar átøkini og –tilboðini verða:

Felags innkeypstúrar fyri eldri, sum eina ferð um mánaðin verða avheintaði heima við hús, koyrd til handils, og koyrd heim aftur. Á leiðini verður sjálvsagt steðga á til ein kaffimunn og eitt prát.

Felags útferðir í Suðuroynni verða skipaðar 8-10 ferðir um árið, har útferð verður til ymisk støð í Suðuroynni og fólk kemur at greiða frá. Steðgað verður eisini á til ein kaffimunn ella eitt ábit og eitt prát.

Morgunmat og døgurða fyri eldri. Skipað verður fyri felags morgunmati og felags døgurða fyri eldri. Morgunmaturin verður eina ferð hvønn ársfjórðing, meðan døgurðin verður eina ferð um mánaðin.

Lesi-ringur fyri eldri verður stovnaður, tá bókasavnið letur upp í nýggja tænastudeplinum í miðbýnum. Og farið verður eisini undir at stovna skipan við vitjunarvini fyri eldri.

Innan rørslu og venjing verður m.a. skipað fyri felags gongutúrum, umframt nýggjum rørslu- og venjingartilboðum í svimjihyli, innan kappróður og úti í náttúruni. Eisini verður varpað ljós á tey góðu venjingar- og rørslu tilboðini, sum longu eru.

Skipað verður fyri skeiðum og leiðbeining innan tøkni. Millum annað verður teldurfrálæra, lær at brúka smart-phone (fartelefon), lær at brúka myndatól og fáa myndirnar inn á telduna. Umframt at skeið í matgerð verður fyri menn 65 ár og eldri.

 

Faldari í hvørt hús

Í samband við eldra átøkini- og tilboðini í Vágs kommunu, verður faldari borin í  hvørt hús í kommununi, har greitt verður frá átøkunum og tilboðunum, umframt at kunna verður um hvussu man kann luttaka í tilboðunum.

Harumframt verður eisini gjørdur ein kalendari fyri hvønn ársfjórðing, soleiðis at fólk eru kunnaði um, nær átøkini og tilboðini eru. Kalendarin verður eisini borin í hvørt hús í kommununi.

 

Enn betur at koma til aldurs í Vágs kommunu

Eldraátøkini eru skipaði út frá grundhugsanini um, at í Vágs kommunu taka vit okkum í felag væl av okkara eldru – og tað skal verða enn betur at koma til aldurs í Vágs kommunu.

 

Last modified: 27. oktober 2014