Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommunu á rættari kós

1. juni 2016

Vagur-Vagseidid

Á býráðsfundinum mánakvøldið 30. Mai 2016 varð roknskapurin fyri árið 2015 viðgjørdur og samtykur.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2015 vóru 55,8 míó. kr., ella slakar 1,4 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2015, har mett var, at inntøkurnar fóru at verða umleið 54,4 mió. kr.

Vágs komuna gjørdi í 2015 íløgur fyri umleið 5,7 mió. kr. Íløgurnar fevndu m.a. um nýgerð av vatnveitingini, har nýggj leiðing er løgd niðan á Miðvatn, higani drekkivatnið hjá Vágs kommunu nú verður tikið. Eisini vóru íløgur gjørdar á havnaøkinum, í býarfríðkan, asfaltering ymsastaðni í kommununi, umframt at nýtt økið varð keypt til víðkan av kirkjugarðinum inni í Líðini. Í 2015 vóru umstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum á teknisku deild eisini raðfestir, bæði í samband við nýgerð av arbeiðshølum og keyp av arbeiðsbilum.

Samlaði raksturin kostaði 43,9 mió kr. Mett var í fíggjarætlanini fyri 2015 at raksturin fór at kosta 43,8 mió kr. Rakstrartølini hjá Vágs kommunu eru hækkaði nógv í mun til undanfarin ár, tí kommunan nú er partur av Bú- og Heimatænastuni í Suðuroynni, ið rekur eldraøki í Suðuroynni. Eldraøkið, alt íroknað kostaði Vágs Kommunu 16,3 mió kr. í 2015, meðan inntøkurnar í smb. við eldraøkið vóru 16,7 mió kr. Høvuðsorsøkin til lutfalsliga høgar inntøkur í smb. við eldraøkið er, at borgarar í Vágs kommunu, sum virka undir t.d. FAS, DIS og NIS-skipanum, nú rinda skatt til Vágs kommunu. Áðrenn 1. Januar 2015 rindaðu hesi ikki skatt til Vágs kommunu, men bert til Landið.

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs kommunu, sokallaða RLÚ, í 2015 var eitt avlop á 6,3 mió. kr. í mun til 1,4 mió. kr. í 2014.

Við árslok 2015 var roknskaparliga nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 33 mió. kr., hetta er 6,3 mió. kr. lægri enn við árslok 2014. Leggjast kann afturat, at nettoskuldin hjá Vágs kommunu, sæð í mun til inntøkurnar, hevur ikki verið so lág í fleiri ártíggju.

Last modified: 1. juni 2016