Í langa tíð – ja, kanska líka síðani kreppuna í fyrru helvt av 1990unum fram til seint í 2013 – var Vágs kommuna ikki serliga væl fyri fíggjarliga.
Tyngd av stórari skuld og lutfalsligari lágari skattainntøku, tá samanborið verður við aðrar miðalstórar kommunur í landinum. – Merkt av høgum skattatrýsti og av fólkatalsminking, var fíggjarligi gerandisdagurin hjá kommununu kanska ikki altíð so lættur.
Tað var ikki óvanligt, heldur ikki í 2013, at peningastovnar máttu geva loyvi til yvirtrekk fyri at kommunan skuldi klára at rinda starvsfólkunum lønir, og kreditorar bíðaðu eisini týðugt í rúma tíð eftir pengunum. Fíggjarliga rásarúmi til íløgur, var fram til 2013 at kalla onki ár um ár.
Í dag er støðan ein heilt onnur, og Vágs kommuna er ein kommuna, sum er væl fyri fíggjarliga !
Nettoskuldin minkað við 20 mió. kr.
Nettoskuldin hjá Vágs kommunu er seinastu 4 árini broytt munandi.
Í 2012 var nettoskuldin (íroknað skuldina í ítróttarøkinum á Eiðinum) hjá kommuni umleið 10 mió. kr. yvir 1 álíkning, tvs. 10 mió. kr. hægri enn persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu.
Tá komið verður til árslok 2016 verður nettoskuldin hjá Vágs kommunu væntandi umleið 10 mió. kr. undir 1 álíkning, ella 10 mió. kr. lægri enn persónsskattainntøkurnar hjá kommununi fyri 2016.
Við øðrum orðum er nettoskuldin hjá Vágs kommunu minkað við umleið 20 mió. kr. eftir 4 árum. Hendan betran er hóast skattaprosentið líðandi er lækkað, soleiðis at tað 1. januar 2017 er 22,25% í mun til 23,25% 1. januar 2013.
Nógv betur tænastur, men ikki stór øking í rakstrarútreiðslunum
Seinastu 4 árini hevur Vágs kommuna gjørt eina greiða uppraðfesting av fleiri økjum fyri at veita borgarum betri tænastur, men hetta hevur tó ikki ført við sær eina stóra øking í rakstarútreiðslunum.
Fyri at taka eitt dømi, so er innan økið børn og ung, gjørdar fleiri uppraðfestingar.
Tað verða til dømis í 2016 brúktar út eini 5 mío. kr. meiri uppá barnaansing enn í 2012. Ungdómshúsið kostar í 2016 yvir 0,5 mió. kr., og onki ungdómshús var í 2012. Uppraðfestingar innan skúlaøkið (lektiu-kafé, ítróttabreyt, Fjarlestrardepil, ókeypis bussskipan til og frá skúla os.fr.) og bókasavnsøkið (nýtt tilboð í Miðlatúni) kosta í 2016 útvið 1,5 mío. kr. meiri enn í 2012. Tilsamans rakstrarøkingar á nærum 5 mió. kr.
Harumframt hava tað seinastu 4 árini verið lønarhækkingar, sum hava ført við sær, at lønirnar eru hækkaðar 3-5% – og ein munandi partur av rakstrarútreiðslunum hjá Vágs kommunu eru lønir.
Hóast talan er um uppraðfestingar og lønarhækkingar, sum burdu ført við sær øktar rakstrarútreiðskuar á í øllum førum 6 mío. kr., so eru vanligu rakstrarútreiðslurnar av at reka Vágs kommunu bara hækkaður við umleið 2,5 mió. kr.
Orsøkin er m.a., at stórur dentur hevur verið lagdur á at spara har sparast kann, og at gera umleggingar fyri at spara, t.d. hava umleggingar av lánum ført við sær heilt stórar sparingar í rentuútreiðslunum.
Fleiri inntøkur geva rásarúm
Verður hugt eftir inntøkunum, so eru persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu farnar frá umleið 35,8 mío. kr. í 2012 og verða persónsskattainntøkurnar í 2016 væntandi útvið 42 mió. kr.
Við tað at útreiðsluvøksturin er væl lægri enn inntøkuvøksturin, so er greitt, at tað er rásarúm fyri at gera fleiri íløgur enn fyrr. Seinastu 4 árini eru eisini gjørdar íløgur fyri tilsamans 18 til 19 mió. kr., ella 4-5 mío. kr. í miðal um árið. -Og eisini komandi ár verður rúm fyri at gera nógvar íløgur í Vágs kommunu, tí kommunan er væl fyri fíggjarliga, og skuldin minkar í hvørjum.
Samanumtikið
- Nettoskuldin er minkað við 20 mió. kr., farin frá 10 mió. kr. yvir 1 álíkning, til umleið 10 mió. kr. undir 1 álíkning uppá 4 ár
- Rakstrarútreiðslurnar eru, hóast nógvar uppraðfestingar, ikki vaksnar munandi
- Dentur er lagdur á neyva fíggjarstýring – við denti á at fremja sparingar og gera umleggingar fyri at spara
- Vøksturin í skattainntøkum loyvir væl fleiri íløgum enn fyrr
- Vøksturin í skattainntøkunum, ein neyv fíggjarstýring og stóra minkingin í nettoskuldini hevur eisini gjørt, at rúm hevur verið fyri at lækka skattaprosentið.
Samanumtikið kann stutt sigast, at Vágs kommuna er væl fyri fíggjarliga.
Dennis Holm, borgarstjóri
Last modified: 13. oktober 2016