Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna takkaði VB og Gurið fyri teirra íkast til ítróttin í bygdini

15. februar 2021

Á ítróttarfagnaðinum í Menturnarhúsinum í Fuglafjørði vunnu VB hondbóltur og Gurið Krosslá Augustinussen ávíkavist heiðrarnar fyri ársins ítróttarátak og ársins ítróttarfyrimynd.  Í samband við hettar, skipaði Vágs kommuna fyri almennari móttøku í VB húsinum í gjár. Nógv fólk møttu upp til at heilsa uppá og ynskja vinnarunum til lukku við heiðrunum.

Vágs kommuna nýtti eisini høvið, at ynskja VB og Gurið til lukku. Borgarstjórin, Bjarni Johansen, segði nøkur orð og gav vinnarunum hvør sítt gávubræv. Við hesum ynskir Vágs kommuna enn einafer VB hondbólt og Gurið til lukku og takkar teimum fyri teirra íkast til ítróttin í bygdini.

 

Her eru nakrar myndir frá móttøkuni.

Last modified: 15. februar 2021