Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna søkir verkafólk til Teknisku deild

7. december 2015

Vágur-DHa

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um røkt av kommunalum ognum, umframt vanligt verkafólkaarbeiði. Verkafólkið verður ætlandi við í eini vaktarskipan.

Vit vænta, at tú hevur vitan og royndir innan verkafólkaarbeiði og hevur koyrikort. Starvið verður sett skjótast til ber.

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um fulltíðarstarv við fastlønarsáttmála Fyrstu tríggir mánaðirnir eru at rokna sum royndartíð.

Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til vagur@vagur.fo ella til Vágs kommunu, Vágsvegur 30, FO 900 Vágur.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. desember 2015 kl. 12.00

MEIRI FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Hera Mortensen tekniska leiðara, tlf 239302.

Last modified: 7. december 2015