Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna søkir summarferiuavloysarar

10. juni 2014

VagsfjordurVágs kommuna søkir eftir summarferiu avloysarum til m.a.: Reingerð, Svimjihøllina – krav um prógv í lívbjarging og fyrstuhjálp, Fyrifallandi arbeiði.

Ynskiligt er at umsøkjarar vísir á hóskandi royndir.

Størvini verða lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi felag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Petry Joensen tlf. 733008

Umsóknin saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 20. juni 2014 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast til:

VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 30
Fo-900 VÁGUR

ella: vagur@vagur.fo

Viðm. Summarferiuavloysarir

Last modified: 20. oktober 2014