Vágs kommuna hevur gjørt av at lata upp nýggja tænastu í miðbýnum í Vági.
Karmarnir verða Gamla Posthús sum verður umbygd til at húsa kunningarstovuni og kommunala bókasavninum sum áður hevur húsast í Vágs skúla.
Vágs kommuna ynskir at hetta í framtíðini verður eitt savningarstað fyri borgarar og vitjandi har, vitan, kunning og góð tænasta verður sett í hásætið.
Starvið
Er miðal 35,5 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum.
Uppgávurnar
Eru fjølbroyttar og krevjandi. Umframt at verða partur av stavsfólkhópinum hjá Vágs kommunu kemur tú at hava høvuðsábyrgdina av bókasavninum sum m.a. fevnir um:
• innkeyp og skráseting
• Avgreiðslu/útlán
• Annað fyrifallandi arbeiðið
• Kunning
Førleikar
Til starvið krevst førleikagevandi útbúgving (miðallongd relevant útbúgving) og royndir innan arbeiðsøkið kunning og tænastuveiting.
Dentur verður lagdur á, at starvsfólkið er sinnað at luttaka í skipan av arbeiðsuppgávum og menningarátøkum, og vit rokna við, at tann, íð settur verður, hevur:
• góð samstarvsevnir
• sjálvstøðugt arbeiðslag
• góðan tænastuhugburð
• og góðan teldu- og málkunnleika.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry Joensen, býráðsskrivara, tlf. 733008
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið sendast til:
Vágs kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur, ella á vagur@vagur.fo
Umsóknarfreistin er úti 30. apríl 2014 kl. 12.00
Last modified: 20. oktober 2014