Søkt verður eftir skrivstovufólki til kommunuskrivstovuna í fast starv frá 1. oktober 2015.
Vit vænta:
- at umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið.
- At umsøkjarin hevur kunnleika til lønarumsiting.
- at umsøkjarin hevur góðan málkunnleika, og ert før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt.
- at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika, og kennir til Lønarskipan Landsins og stempulskipanina Totalview.
- kann arbeiða sjálvstøðugt, og ert fúsur at átaka sær skiftandi uppgávur í fyrisitingini.
Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kommunuskrivstovuna tlf. 663000 ella Petry Joensen, býráðsskrivara á telefon 239308.
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 7. september 2015 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til :
VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
Viðm. Skrivstovufólk
Last modified: 20. august 2015