Søkt verður eftir reingerðarfólki til Vágs kommunu at byrja skjótast tilber.
Talan er um fast starv áleið 7 tímar um vikuna í spælistovuni hjá dagrøktini.
Starvið er tímalønt samsvarandi sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til dagrøktarleiðarin á tlf. 239341.
Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 3. juli 2017 kl. 12.
Umsóknin skal sendast til :
VÁGS KOMMUNA
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo
Last modified: 19. juni 2017