Søkt verður eftir einum starvsfólk til Vágs kommunu at starvast tíðaravmarkað frá 1. apríl til 31. august 2014, 20 tímar um vikuna.
Starvsfólki kemur at virka sum mentanar- og vinnusamskipari í summarhálvuni 2014.
Dagliga virksemi verður skipað við tilknýti til kunningarstovuni og fevnir m.a. um at samskipa tiltøk við atliti til ferðavinnuna. Virksemi fevnir eisini um at samskipa jóansøkuna og onnur mentanartiltøk í Vági, umframt at fyrireika serstøk átøk vinnulívinum í Vági at frama.
Vit vænta:
• at umsøkjarin hevur góðan málkunnleika, og er før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt á skandinaviskum og enskum.
• at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika, tí umframt nógv av tí dagliga samskiftinum fer fram um teldu, so kemur umsøkjarin at arbeiða við heimasíðuskipanum.
• at umsøkjarin er flexibul, tí umsøkjarin kann vænta at koma at ferðast ofta í Føroyum og møguliga onkra messu/workshop uttanlands.
• at umsøkjarin er vanur við at arbeiða sjálvstøðugt
• tað kann verða ein fyrimunir, um umsøkjarin hevur royndir frá samskipan av mentanartiltøkum og royndir innan vinnulívið, men ikki eitt krav
Starvið er lønt í lønarflokki 3 samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 733000
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 7. mars 2014 kl. 12.00
Umsóknin skal sendast til:
Vágs kommunu
Vágsvegur 30
Postboks 29
FO-900 Vágur
Last modified: 21. oktober 2014