Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna søkir starvsfólki til Miðlatún

28. april 2021

Hevur tú innlit í bókmentir og tev fyri mentan í breiðum høpi? Liggur tað væl fyri hjá tær at miðla og fyriskipa? So ert tú møguliga okkara nýggja starvsfólk í Miðlatúni.

Vágs kommuna søkir eftir fólki at byrja í tíðaravmarkaðum starvi skjótast gjørligt. Starvstaður er Miðlatún, ið húsar býarbókasavinum og kunningarstovuni. Harumframt so virkar Miðlatún fyri mentunarligum tiltøkum, sum eru ætlaði borgarum í kommununi.

Okur bjóða eitt spennandi, fjølltátta og til tíðir avbjóðandi starv, har tú fært ábyrgd og møguleika at skipa arbeiði saman við leiðaranum.
Tú verður partur av einum framtakshugaðum toymi, har menning verður raðfest høgt, og har tað er høgt til lofti og breitt til veggirnar. Tú fært dugnaligir starvsfelagir, sum eru klárir at sparra.

Sum starvsfólk í Miðlatúni kemur tú at hava høvuðsábyrgdina av bókasavninum, sum m.a. fevnir um:
– Innkeyp og skráseting
– Avgreiðslu og útlán
– Kunning og miðlan
– Menna leiklutin hjá bókasavninum í 2021 og frameftir

Harafturat skal tú verða klár/ur at átaka tær fyrifallandi uppgávur og verða við til at menna og fyriskipa mentunarlig tiltøk í kommununi.

Okur vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, men at tú ert toymissinnað/ur. At tú hevur góð samstarvsevnir, ert fyrikomandi og kanst veita tænastu á høgum støði.
Málkunnleiki má verða á høgum støði og sama er galdandi fyri telduførleikunum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava viðkomandi útbúgving, og hóskandi starvsroyndir.

Starvið er tíðaravmarka til eitt ár, við møguleika fyri leingjan. Starvið er ásett at vera fulltíðarstarv, har arbeitt verður skiftandi tíðir. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Paula West á tlf. 239392 ella Petry Joensen á tlf. 733008.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið sendast til:
Vágs kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur, ella á vagur@vagur.fo.

Umsóknarfreistin er 12. mai 2021.

Last modified: 28. april 2021