Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs Kommuna søkir starvsfólk til Miðlatún

4. juni 2021

Talan er um eitt tvíbýtt starv, ein partur er at hava ábyrgdina av bókasavninum 15 tímar um vikuna og hin parturin, at starvast sum skrivstovufólk í Miðlatún 24 tímar um vikuna.

Starvið kann verða sett av einum ella av tveimum starvsfólkum, hetta treyta av hvørja útbúgvin og royndir umsøkjararnar hava.

Hevur tú innlit í bókmentir, tev fyri mentan í breiðum høpi og kennir týdningin av eini virkandi vinnu? Liggur tað væl fyri hjá tær at miðla og fyriskipa? So ert tú møguliga okkara nýggja/nýggju starvsfólk í Miðlatúni.

Vágs kommuna søkir eftir fólki at byrja í tíðaravmarkaðum starvi skjótast tilber. Starvstaður er Miðlatún, ið húsar býarbókasavinum og kunningarstovuni. Harumframt so virkar Miðlatún fyri mentunar- og vinnuligum tiltøkum, sum eru ætlaði borgarum í kommununi.

Okur bjóða eitt spennandi, fjølltátta og til tíðir avbjóðandi starv/størv, har umsøkjarin fær ábyrgd og møguleika at skipa arbeiði saman við leiðaranum.

Umsøkjarin verður partur av einum framtakshugaðum toymi, har menning verður raðfest høgt, og har tað er høgt til lofti og breitt til veggja. Umsøkjarin fær dugnaligir starvsfelagar, sum eru klárir at sparra.

Sum starvsfólk við høvuðsábyrgdina av bókasavninum fevnir uppgávurnar m.a. um:

  • Innkeyp og skráseting
  • Avgreiðslu og útlán
  • Kunning og miðlan
  • Menna leiklutin hjá bókasavninum í 2021 og frameftir

Starvið at hava ábyrgdina av bókasavninum krevur at umsøkjarar eru útbúgvin bókavørur, ella viðkomandi útbúgving.

Sum skrivstovufólk í Miðlatún fevnir uppgávurnar m. a. um:

  • At fyriskipa mentunarlig- og vinnulig tiltøk
  • Kundamóttøka
  • Alt vanligt skrivstovuarbeiðið

Okur vænta, at umsøkjararnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt, men eru toymissinnaðir. At umsøkjararnir hava góð samstarvsevnir, eru fyrikomandi og kunnu veita tænastu á høgum støði.

Málkunnleiki og telduførleikin máa verða á høgum støði.

Størvini er tíðaravmarkað til eitt ár, við møguleika fyri leingjan. Umsøkjarin má tola skiftandi arbeiðstíðir.

Starvið/størvini verða lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið/størvini við at venda sær til Magnus Paula West á tlf. 239392 ella Petry H. Mortensen á tlf. 733008.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið sendast til:

Vágs kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur, ella á vagur@vagur.fo.

Umsóknarfreistin  er 18. juni 2021

Last modified: 4. juni 2021