Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna søkir reingerðarfólk

6. januar 2021

Vágs kommuna søkir reingerðarfólk

Talan er um:

  • Starv í Vágs skúla áleið 15 tímar um vikuna
  • Starv í ungdómshúsinum áleið 10 tímar um vikuna

Størvini eru tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Tað ber væl til, at søkja og røkja bæði størvini, reingerð í ungdómshúsinum fer fram fyrrapartar og í skúlanum seinnapartar.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 663000 ella til Petry á tlf. 733008.

Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. januar 2021 kl. 12.00.

 

Umsóknin skal sendast til:

VÁGS KOMMUNU

Vágsvegur 30

FO-900 VÁGUR

ella á vagur@vagur.fo

Last modified: 7. januar 2021