Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna og Reyði Krossur Føroya samstarv um vitjunartænastu

4. november 2016

vitjunarvinur

Síðan í vár hevur Heidi Kilgour á Miðlatúni vegna Vágs kommunu arbeitt við fyrireiking av vitjunartænastu í Vágs kommunu. Í vár varð vitjað hjá Reyða Krossi Føroya í Havn og í gjár var Reyði Krossur Føroya eisini í Vági og umrøddi ætlanina.

Og nú verður farið undir at skipa tænastuna í Vágs kommunu í samstarvi við Reyða Kross Føroya.

Endamálið við skipanini er at hjálpa eldri og einsamøllum, sum eru í einsemi, til at fáa gleði av góðari samveru, nærveru og einum hugnaligum práti. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna ella sambært avtalu. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar. Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

Vágs kommuna fer nú undir samskipan av tænastuni, og farið verður undir at finna bæði vitjunarvinir og skráseta tey, sum hava áhugað í at brúka tænastuna. Anna B. Samuelsen, forkvinna í Sosialu Nevnd hjá Vágs kommunu, sigur, at hetta átakið er liður í eldraátøkunum, sum Vágs kommuna setti á dagsskrá seint í 2014, sum hava til endamáls at gera tað enn betur koma til árs í Vágs kommunu.

Nærri kunning verður um vitjunartænastuna í næstum.

Last modified: 4. november 2016