Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna hjálpir eldri við flutningi

2. december 2015

Eldrahygga

Í samband við eldraátøkini í Vágs kommunu verður nú eisini farið undir at veita eldri hjálp við flutningi til dagtilhaldið í Vági, sum heldur til í húsunum hjá Matmøðrafelagnum.

Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til kl. 18. Dagtilhaldið er ein góður møguleiki hjá eldri at hittast til eina hugnaløtu, eitt prát og til ein góðan kaffimun; og er hetta eisini við til at geva gerandisdegnum eitt ríkari innihald.

 

Tað eru tó ikki øll, sum hava eins góðar møguleikar at sleppa til og frá Dagtilhaldinum, og av somu orsøk setir Vágs kommuna í verk skipan við flutningi til og frá Dagtilhaldinum.

 

Tey, ið ynskja flutning til og frá Dagtilhaldinum, kunnu venda sær til Miðlatún á tlf. 239390 / 239391, sum síðani skipar fyri flutninginum.

 

Eitt lítið egingjald á 20 kr. er í samband við hesa flutningstænastuna og ber Vágs kommuna so restina av kostnaðinum av flutninginum.

 

 

Vágs kommuna

Last modified: 2. december 2015