Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna bjóðar vinnurekandi til morgunkaffi

4. marts 2014

Vágs Havn 2013

Tórsdagin 6. mars kl. 10.00 bjóðar Vágs kommuna vinnurekandi í Vági til morgunkaffi í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Endamálið við átakinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið m.a. um hvussu vinnulívið og kommunan í felag kunnu virka fyri framhaldandi menning her á staðnum.

Á fundinum verður eisini greitt frá ætlanum um vinnumenningarátøk í Vágs kommunu í 2014.

Øll vinnurekandi í Vágs kommunu eru hjartaliga vælkomin.

Heitt verður á vinnurekandi um at boða frá luttøku á telduposti info@vagur.fo ella á tlf. 733090

 

Last modified: 4. marts 2014