Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs Havn við nýggjari heimasíðu

22. januar 2014

Port-of-Vagur-web

Miðvísa arbeiðið at marknaðarføra Vágs Havn heldur áfram og nú er nýggja heimasíðan hjá Vágs Havn: portofvagur.fo tøk á netinum.

Á heimasíðuni verður kunnað um virksemi og møguleikar á Vágs Havn, umframt at greitt verður frá hvar Vágs Havn er. Heimasíðan er á enskum.

Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at Vágs Havn er eitt týðandi aktiv hjá Vágs kommunu, sum er við til at skapa nógv virksemi bæði her í kommununi og í Suðuroynni sum heild.

Góður møguleikar eru við Vágs Havn og vit ynskja eisini, at Vágs Havn verður brúkt so nógv sum tilber, sigur Havnanevndarformaðurin, sum eisini fegnast um at Norrøna aftur í ár er brúkar Vágs Havn.

Í mun til eina framtíðar oljuvinnu í Føroyum og í mun til verandi oljuvinnu á Hetlandsmótinum, so er Vágs Havn tættast havn til bæði oljuleitingarøkini í Føroyum og til virkin oljufelt bretsku megin markið á Hetlandsmótinum. Vágs Havn hevur eisini bjóðað seg fram í oljuvinnuhøpi og hetta arbeiði heldur áfram, sigur Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini.

Reiðarí, feløg og onnur, sum hava áhugað í at samstarv við Vágs Havn eru altíð vælkomin at venda sær til Vágs Havn ella til Vágs kommunu.

Heimasíðan hjá Vágs Havn er á portofvagur.fo

 

 

Last modified: 29. marts 2017