Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vælkomstpakkar til tilflytarar í Vágs kommunu

15. marts 2013

SANYO DIGITAL CAMERA

Vágs kommuna hevur sett í verk nýggja skipan við vælkomstpakkum til tilflytarum í Vágs kommunu. Endamálið við vælkomstpakkanum er at fáa tilflytarar til at kenna seg serliga vælkomnar í Vágs kommunu.

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa tilflytarar at føla seg vælkomnar í kommununi, tí hava vit eisini gjørt av, at bjóða tilflytarum í Vágs kommuni vælkomnan á hendan hátt.

Skipanin virkar á tann hátt, at tá ein familja ella ein persónur flytir til Vágs, fáa tey eitt vælkomstbræv frá Vágs kommunu og verða samstundis boðin á kommunuskrivstovuna, har tey fáa ein vælkomstpakka frá kommununi.

Við at bjóða tilflytarum á kommunuskrivstovuna, so fáa vit eisini møguleika at heilsa uppá tey persónliga og kunnu tá eisini greiða teimum frá møguleikum og tilboðum í Vágs kommunu. Hendan persónliga kontaktin hevur týdning, tí á hendan hátt fáa vit veitt tilflytarum eina góða tænastu frá 1. degi, sigur Dennis Holm borgarstjóri.

Tá tilflytarar koma framvið á kommunuskrivstovuni fáa tey ein vælkomstpakka, við praktiskum upplýsingum um Vágs kommunu, við fløgu, DVD og bókum um Vágs kommunu. Tilflytarar fáa eisini eitt klippikort til svimjihylin í Vági, soleiðis at tey kunnu royna nøkur av tilboðnum, sum eru í Vági.

 

Myndina tók Jakob Skaaning

 

Last modified: 6. april 2013