Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vælkomin á Jóansøku

1. juli 2016

Dennis Holm_1

Føroyska summarið hevur í mai og stóran part av juni mánað víst seg frá vakrastu síðu. Við eitt, er myrki veturin við regni, vindi og kulda farin afturum; trokaður burt úr hugaheimi okkara av sól- og summargleði.

Jú, blíð er summarnátt á Føroyalandi, og eiga okur øll at minnast til at finna løtur, har okur saman við okkara nærmastu, leita okkum ein túr út í vøkru føroysku náttúruna.

Summartíðin er eisini tíðin har summarstevnur verða hildnar kring landið, og nú í vikuskiftinum verður jóansøkustevnan hildin í Vági

Jóansøkustevnan verður hildin á hásumri, kring longsta dag. Hetta er tíðin við ljósum summarnætrum, har myrkið bara í skamma stund vinnur á ljósinum. Eftir midnátt skýmur og myrkir í eina løtu, men so lýsnar aftur og sólstrálur úr eystri gylla dalar og fjøll, og næsti dagur byrjar.

Við jóansøkuni fylgir eisini tíðin har okkara pisur verða floygdar, leggja skúlatíðina í fólka- og miðnámsskúla afturum, og seta sjóneykuna á nýggj mál í lívinum, ella velja at leita sær andarúm eftir árini á skúlabonki.

Okur gleðast saman við okkara ungu, um at tey hava lokið prógv. Og gleðast eisini um, at tey mongu kendu andlitini, sum fyri stuttum vóru fastur partur av gerandislívinum her á staðnum, nú aftur eru millum okkum, nú tey leita heim at njóta summarløtuna saman við okkum.

Okur heilsa eisini mongu jóansøku-gestunum vælkomnum og gleðast um, at Vágur enn hevur eitt pláss í hjartanum hjá teimum mongu, sum traðkaðu barnaskógvarnir her.

Komið er inn í jóansøkuvikuna. Kring allan Vágsfjørð hava fólk stákast og gjørt klárt til at taka ímóti jóansøkugestum.

Í ár eru tað 92 ár síðani fyrsta jóansøkan varð hildin í Suðuroynni. Síðani 24. juni 1924, tá m.a. VB og TB spældu jóansøkudyst í Vági, hevur jóansøkan verið hildin ár um ár, líka ár í Vági og ólíka ár á Tvøroyri

Við 92 árum á baki hevur jóansøkan sum verða man broytt og ment seg – og hevur fingið tað skap, sum okur kenna í dag.

Frá at verða kanska serliga ein ítróttarstevna, er jóansøkan vorðin ein ítróttar- og mentanarstevna.

Ítróttarligi parturin hevur verið og er framvegis merktur av kappróðrinum. Kappróðurin, tjóðarítrótt okkara, er uttan iva eisini berandi ítróttin á summarstevnunum kring landið. Og er tað gleðiligt at síggja, at kappróðurin eftir ein tíð við spakuliga minkandi áhuga, tykist verða í menning. Hetta ikki minst orsaka av skipanini við barnaróðri, har okkara ungu róðrarfólk nema sær fyrstu royndir á leiðini inn í kappróðrarheimin.

Ongin jóansøka uttan fótbólt, soleiðis eisini í ár, har fótbóltur er bæði í 1. deild, hjá Old Boys, og ikki minst hjá yngru deildunum. Á fjørðinum verður svimjikapping, áðrenn Actionboats bjóðar jóansøkugestum ferð á fjørðinum. Lista- og myndaframsýningar, søvn, tónleikaframførslur, midnáttarsangur og dansur, útimøti, tivoli og válan millum fólk á gøtuni – eru alt tættir, sum eisini eyðkenna jóansøkuna.

Í ár verður jóansøkustevnan í stóran mun savnað í miðbýnum í Vági. Kappróðrarmálið er undir Heilsumiðstøðini á Løðhamri, har rómur er á stórari fólkamongd, sum savnast at heppa, meðan manningar spenna seg út seinastu tøkini í endaspurtinum. Tivoli verður í ár í nýggja snotliga miðbýarøkinum, sum er gjørt millum Hotel Bakkan og Vágs Skipasmiðju. Umstøðurnar eru innbjóðandi og tilboðini til børn og barnsligar sálir spennandi og avbjóðandi.

Jóansøkan er ikki minst ein stevna, har okur taka okkum av løttum og leita saman við okkara næstu til skemt og gaman. Hesar løtur í vinarskara, tá dagsins stríð og strev verður lagt til síðis, eru ríkar og neyðugt innihald í lívinum; eisini í modernaða samfelagnum, har samveran við okkara næstu til tíðir tykist trupul at raðfesta í ferðmikla gerandisdegnum.

Jóansøkuskráin í ár er spennandi og enn meiri fjøltáttað enn undanfarin ár. Stórt arbeiðið er afur í ár lagt í at fyrireika stevnuna. Stóra tøkk og herðaklapp til tykkum, sum ár undan ári brúka tíð og orku í at fyrireika og fyriskipa. Uttan fólk og feløg, sum taka ábyrgd, og saman taka lógvatak og lyfta í felag, hevði verið trupult at skipa jóansøkustevnuna.

At enda vil eg vegna Vágs kommunu ynskja øllum, bæði vágbingum, suðuroyingum og gestum úr øðrum pørtum av landinum og uttanlands, eina góða og hugnaliga jóansøku.

 

Dennis Holm
Borgarstjóri

 

Last modified: 1. juli 2016