Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vælkomin á jóansøku í Vági

19. juni 2020

Jóansøkan – allar summarstevnur, festivalar, ja alt várið, summarið og helst heystið við – í 2020 fer í framtíðini at standa í skugganum av Covid19, av corona-farsóttini, sum hevur herjað Heimin síðani tíðliga í vár.

Heimurin, sum seinastu ártíggjuni hevur verið merktur av, at tað er vorðið alsamt lættari, skjótari og bíligari at ferðast bæði til næstu grannalondini og heilt burtur í ytstu avkrókar í Heiminum, varð í mars mánað knappliga bundin niður.

Longi var eisini vandi fyri, at føroysku summarstevnurnar skuldu avlýsast, men eftir fleiri vikur við ongari corona-smittu innanlands í Føroyum, varð aftur farið til ein “vanligari” gerandisdag og latið upp fyri, at summarstevnur kunnu haldast, tó í øðrvísi líki, enn okur vanliga kenna tær – og soleiðis verður eisini við jóansøkuni 2020.

Jóansøkustevnan verður hildin á hásumri og í ár er longsti dagur sunnudagin á jóansøku. Tíðin kring jóansøkuna ber eyðkenni av, at dagsljósið rennur heilt út um midnáttina. Blíða føroyska summarnáttin gerst ongantíð myrkt, men er náttartímarnar litt upp av glæmanum frá sólini í norði, áðrenn sólin aftur leitar fram og rísur til nýggjan dag.

Hetta er árstíðin har fólk í stórum tali vanliga koma til Føroyar. Í stórum tali leita okkara ungdómar heim í summarfrí frá útbúgvingarørindum uttanlands. Tey meiri tilkomnu søkja aftur á leiðina, har barna- og ungdómsskógvarnir vórðu traðkaðir. Og hvørt summar vitja alsamt fleiri útlendsk ferðafólk í Føroyum, drigin av okkara stórslidnu náttúru og at fólkinum, sum her býr.

Men árið í ár verður ikki sum vanlig ár.

Okkara ungdómar koma væntandi heim at njóta summarfrítíðina; og føroyingar, sum búleikast úti í heimi, fara helst eisini í ávísan mun at leita aftur á gamlar slóðir. Men corona-farsóttin fer uttan iva at føra við sær, at talið av útlendskum ferðafólkum í summar ikki fer at verða á sama støði sum undanfarin ár.

Sum verða man fer hetta í ávísan mun at merkja summarið, men lat okkum ikki gloyma at njóta løturnar, sum okkum verða givnar hóast alt.

Hetta er kanska eisini eitt høvið hjá okkum øllum at steðga á og hugsa um dagin, tilveruna og lívið, sum kanska var farið nógv upp í ferð, og kanska uppí í so høga ferð! Tá er eitt andarúm og ein fríløta til hugsa um gerandisdagin kanska tiltrongd hjá okkum nógvu. -Og neyvan finnist betur stað enn í friðsælu fríu føroysku náttúruni at brúka slík andarúm!

Jóansøka í øðrum hami
Corona-farsóttin og corona-tilmælini ávirkað tó ikki stórvegis ídni og drívmegina hjá ítróttar- og frítíðarfeløgunum í nærumhvørvinum til at skipa fyri og leggja tilrættis jóansøkustevnuna í 2020. Øll eru í arbeiðshandskunum og leggja arbeiðsorku í at tryggja, at okur í nærumhvørvinum, bæði kring fjørðin og í oynni sum heild, og øll tey, sum koma á vitjan jóansøkudagarnar, skulu fáa góðar og gevandi løtur á jóansøku í Vági í 2020.

Jóansøkustevnan er jú søgurík stevna, bygd á næstan 100 ára siðvenju, sum fyrst ferð varð skipað í Vági í 1924, tá sum “Olai-Fest” í Suðuroynni. Árið eftir broytti stevnan navn til “jóansøka” og hevur síðani ár um ár, tó við einstøkum undantøkum, verið hildin sum summarstevna í Suðuroynni. Líka ár í Vági og ólíka ár á Tvøroyri.

Hóast fyrireikingarnar til jóansøkuna í ár hava verið nakað annarleiðis enn vanlig ár og skráin verður nakað broytt í mun til undanfarnar jóansøkur, so eru tó lunnar lagdir undir, at okur í felag fara at fáa eina góða, spennandi og innbjóðandi jóansøku.

Spennandi tíðir fyri framman!
Seinastu árini í Vágs kommunu hava verið merkt av okur í felag hava gingið nýggjar leiðir. Stóru broytingarnar í lokalu fiskivinnuni bæði á landi og sjógvi hevur ført við sær, at vit hava verið noydd at ganga nýggjar leiðir og fáa fleiri bein at standa á í nærumhvørvinum.

Leiðin gerst eisini sjónligari og sjónligari, nú upplivingarbúskapurin ár um ár veksur her á leiðin. Upplivingarbúskapurin fevnir bæði um ferðavinnu, ítrótta- og upplivingarskúlar, ítróttarvinnu og mangt annað, har tilboð um upplivingar til tann einstaka, til familjuna og til bólkar eru í fokus.

Ferðavinnan í Vági er í stórum vøkstri. Talið av songjaplássum til ferðafólk í Vágs kommunu er seinastu 7 árini 5-6 falda, frá umleið 35 songjaplássum í 2013 til útvið 200 songjapláss nú í summar. Talið av vitjandi veksur eisini ár um ár – og corona-støðan fer neyvan í ár at ávirka ferðavinnuna í Vági og í Suðuroynni neiligt, heldur hinvegin.

Økt tal av vitjandi leggur lunnar undir nýggj tilboð og tænastur. Hetta er eisini sjónligt í Vági við m.a. nýggjum bed & breakfast, nýggjari kafe, nýggjum matstovum, fleiri summarhús verða leigaði út og so framvegis. Hetta skapar øktar inntøkur og fleiri størv – og eisini nýggjar fyritøkur.

Onga staðni í landinum eru umstøðurnar til ítróttar- og upplivingarskúla og ítróttarvinnu so góðar sum í Vági. Ítróttaháskúlin er ein sólskinssøga fyri seg og nýggja næmingaheimið ber eisini boð um nýggju tíðirnar í Vági. Gongst sum ætlað, so verður eisini nýggjur skúlabygningur klárur til Ítróttaháskúlan innan 1½-2 ár.

Spennandi gongdin í Vági sæst eisini aftur í gongdini í fólkatalinum. Eftir eina einsíðis niðurgongd í fleiri ár, vendi gongdin í fólkatalinum seint í 2013, tá tað búðu 1.295 fólk í Vágs kommunu. Nú longsti dagur í 2020 er í hond er fólkatalið farið uppum 1.370 fólk – og okur gleða okkum til at taka ímóti fleiri nýggjum familjum og borgarum í summar.

Jú, sannliga eru spennandi tíðir fyri framman!

Í felagsskapi fram á leið!
Felagsskapurin er kjarnin í okkara lokalsamfelag og er tað eisini felagsskapurin, sum skapar eitt bygdasamfelag í livandi blóma.

Okur hava ein framíhjárætt at liva í einum bygdasamfelag í livandi blóma. Í einum bygdasamfelag har okur koma hvørjum øðrum við; har okur steðga á til eitt prát, tá fólk møtast á leiðini; og har okur taka eina hond í hjá ítróttarfeløgunum, samkomum, frítíðarfelagsskapum ella hjá grannanum, tá tørvur er á tí.

Tað er eisini felagsskapurin, sum hevur flutt okkum fram á leið og framvegis fer at flyta okkum fram á leið.

Jóansøkustevnan er eisini ein boðskapur um felagsskap, har felagsskapurin er grundarlagið fyri einari livandi blómandi stevnu, sum ár um ár dregur fólk til sín og skapar góðar upplivingar og skapar smíl. Eina hjartans tøkk eiga tykur øll, sum leggja tíð og orku í at menna felagsskapin – og, nú jóansøkan er í hond, fer ein serlig tøkk til tykkum, sum jóansøku eftir jóansøku skipa fyri og leggja tilrættis hesa søguríku stevnu.

Eg skal vegna Vágs kommunu ynskja øllum bæði vágbingum, suðuroyingum og vitjandi gestum, vælkomnan til Vágs við vón um at okur øll fáa eina góða og hugnaliga jóansøku.

Dennis Holm
Borgarstjóri

Last modified: 19. juni 2020