Leygardagin 2. mai var árligi ruddingardagurin í Vágs kommunu. Og talan gjørdist um ein væleydnaðan dag í sera góðum veðri.
Ruddingardagurin byrjaði sum vant við morgunmati og síðani varð farið at rudda. Og um middagsleitið varð so suppa á skránni.
Umframt einstaklingar og familjur, sum ruddaðu í nærumhvørvinum, vóru ítróttarfeløgini eisini ígongd í nærumhvørvinum á teirra ítróttarøkið. Til dømis ruddaðu VB og FC Suðuroy vesturi á Eiðinum og kring Vatnið, meðan Susvim ruddaði inni á Oyrunum kring nýggja langhylin.
Tá ruddingardagurin endaði, vóru tað fleiri sum vístu á, at tað var nógv minni at rudda í ár enn í fjør. Tað er eisini at fegnast um, at fólk eru meiri nærløgd og hugsa um umhvørvið í býnum.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá ruddingardegnum.
Last modified: 6. maj 2015