Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Væleydnaður ruddingadagur

5. maj 2014

Ruddingardagur2014 (27)

Leygardagin var ruddingardagur í Vági, samstundis sum vágbingar bjóðaðu summarinum vælkomnum.

Í góðveðrinum leygarmorgun høvdu eini 70 fólk leitað seg í Gamla Posthús, har bjóðaður morgunmatur, áðrenn farið varð undir at rudda í Vágs kommunu.

Allan fyrra partin vóru fólk runt alla kommununa og tóku upp, tað sum hevur ligið og rikist ymsastaðni. Veðrið var av tí allar besta, so kring umstøðurnar kundu ikki verið nógv betur. Og fólk í øllum aldri gjørdu eisini eitt megnararbeiði.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um at stóra áhugan hjá fólki at verða við í ruddingardegnum og er takksamur fyri arbeiði, sum bleiv gjørt leygardagin.

Á middegi bjóðaði Vágs kommuna suppu í Gamla Posthúsi. Eini 130 fólk og fingu sær suppu og eitt gott prát, eftir ein góðan fyrrapart, har ruddað var í Vágs kommunu.

Niðanfyri eru fleiri myndir frá ruddingardegnum.

Last modified: 20. oktober 2014