Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Væleydnaður eldradøgurði á Hamragarði

12. april 2016

Eldradøgurði 2016 (2)

Í dag skipaði Vágs kommuna fyri eldradøgurða fyri borgarar, sum eru 65 ár og eldri, saman við búfólkunum á Hamragarði, vesturi á Hamragarði.

Tilsamans vóru umleið 85 fólk til eldradøgurðan, og lótu tey sera væl at tiltakinum. Byrjað varð við sangi, áðrenn borðreitt varð við døgurða. Omaná varð bjóðað kaffi og okkurt gott aftur við.

Dennis Holm, borgarstjóri, greiddi frá, at tiltakið varð liður í eldrapolitikkinum hjá Vágs kommunu, sum varð settur í verk á heysti 2014, við eldraátøkunum ætlaðum borgarum í Vágs kommunu, sum eru komin til árs. Borgarstjórin gleddust um, at so nógv fólk vóru komin til døgurðan í teimum framúr góðu umstøðunum á Hamragarði.

Næsta eldraátakið verður í mai, tá skipað verður fyri útferð til Fàmjins. Meiri verður at frætta um hetta seinni.

Eldradøgurði 2016 (2) Eldradøgurði 2016 (3) Eldradøgurði 2016 (4) Eldradøgurði 2016 (1)

Last modified: 12. april 2016