Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Væleydnaða ítróttarbreytin verður víðkað

21. februar 2014

Vágs skúli 2014

Væleydnaða ítróttarbreytin í Vágs skúla verður víðkað og fer umframt 8. og 9. flokk, eisini at fevna um 6. og 7. flokk komandi skúlaár.

Skúlaárið 2013/2014 hevur Vágs Skúli royndarkoyrt eina sera spennandi ítróttarbreyt fyri 8. og 9. flokk, sum umframt ítróttarlærarar í Vágs skúla, er skipað undir leiðslu av landsliðsvenjaranum í svimjing og venjaranum hjá Susvim, Jón Bjarnason; landsliðsvenjaranum hjá kvinnulandsliðnum og U19-landsliðnum hjá kvinnu í fótbólti, Jón Paula Olsen; og venjaranum hjá Elektron-liðinum hjá VB hondbólti, Gurið Mortensen, sum eisini er fysioterapeaut.

Nú árið er hálvrunnið eru eftirmetingar gjørdar og úrslitini av ítróttarbreytini eru sera góð. Ítróttarlærara-toymið vísur á, at fleiri av næmingunum, sum fyrr vístu ítróttartímunum lítlan áhuga, nú eru ágrýtin og virkin í tímunum.

Úrslitini av ítróttarbreytini eru so góð, at skúlaleiðslan í samráð við ítróttarlærarar-toymið og Vágs kommunu hevur gjørt av at víðka um ítróttarbreytina, soleiðis at 6. og 7. flokkur eisini verða partur av ítróttarbreytini.

Ítróttarbreytin fer sostatt komandi skúlaár at fevna um 6., 7., 8. og 9. flokk.

Endamálið við ítróttarbreytini er at styrkja um ítróttar undirvísingina í Vágs skúla sum heild, samstundis sum eitt nýtt spennandi tilboð verður bjóðað næmingunum.

Vit eru sera væl nøgd við hetta fyrsta royndarárið og hava tí í samráð við ítróttarlærarar og Vágs kommunu gjørt av at víðka um tilboðið, soleiðis at fleiri næmingar kunnu fáa ágóðan av ítróttarbreytini, sigur Óli í Hjøllum, skúlastjóri.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um góðu royndirnar við ítróttarbreytini og at breytin nú verður víðkað til, umframt 8. og 9. flokk, eisini at fevna um 6. og 7. flokk. Vit eru í einum spennandi og mennandi samstarvi við leiðslu og lærarar í Vágs skúla, har vit hava eitt felags mál, at skapa ein so góðan skúla sum tilber, sigur borgarstjórin.

Ítróttarbreytin í Vágs skúla fer at fevna um umleið 85 næmingar.

 

Last modified: 21. oktober 2014