Undir heitinum Gangið og Rennið í Vági, varð skipað fyri rørslutiltakið í Vági leygardagin 18. okt.
Tiltakið varð í samband við at Vágs kommuna hevur gjørt gangi og renni teinar í Vági; tilsamans seks teinar í trimum torleika stigum. Gangi og renniteinarnar eru prentaðir á stórt kort, sum er hongt upp vesturi á Sandinum, har allir teinar eisini byrja.
Útvið 100 fólk í øllum aldri møttu til rørsluátakið Gangið og Rennið í Vági. Og eftir at fólk høvdu gingið ella runnið, varð bjóðað vatn og frukt í Báruni. Eisini var møguleiki at máta blóðtrýst og at gera máting av vekt, muskulmassa, feitmassa og BMI.
Tiltakið varð væleydnað og ætlanin er at skipa fyri Gangið og Rennið í Vági tiltakið aftur innan stutta tíð. Meiri verður at frætta um hetta seinni.
Myndirnar niðanfyri tóku Osla Christensen og Dennis Holm
Last modified: 20. oktober 2014