Leygardagin 27. mai varð skipað fyri grønum átaki í Vági, við morgunmati, ruddingardegi, suppu – og so fingu fólk eisini plantupakkar.
Dagurin byrjaði í Miðlatúni kl. 9, har Vágs kommuna bjóðaði morgunmat. Síðani varð farið at rudda. Fólk ruddaði í sínum nærumhvørvi, umframt at bólkar síðani fóru í ymiskt støða at rudda.
Ruddað varð bæði millum hús og í grannaløgum, umframt at ruddað varð í fjørðuni, vesturi á Sandinum, í lundini á Sandinum, í Gjógvará, Laksá og Ósanum, og ikki minst vesturi á Eiðinum.
Dagurin var sera væl eydnaður – og hóast tað sirmaði eitt sindur, var veðrið gott og nógv fólk tóku eina hond í.
Um middagsleitið bjóðaði kommunan suppu í Miðlatúni, har fólk eisini kundu fáa ein plantupakka frá Vágs kommunu.
Last modified: 29. maj 2017