Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Útvið 1 mió. kr. meiri inn í skatti

1. marts 2016

Vagur-Vagseidid

Skattainntøkurnar hjá Vágs kommunu í januar og februar mánað hava verið óvanliga høgar. Hesar fyrstu tveir mánaðirnar í 2016 hevur Vágs kommuna fingið útvið 1 mió. kr. meiri inn í kommunuskatti enn sama tíðarskeið í fjør.

Í januar og februar fekk Vágs kommuna tilsamans 6.766.269 kr. inn í skatti. Sama tíðarskeið í fjør fekk Vágs kommuna 5.768.308 kr. í skatt.

Talan er um ein vøkstur á 17,30 % ella 997.961 kr.

Vert er at leggja til merkis, at skattaprosentið í Vágs kommunu er lækkað úr 23,25% í 2013 niður í 22,50% í 2016. Hóast hetta, so er talan um ein munandi vøkstur í skattainntøkunum.

 

 

Last modified: 1. marts 2016