Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Uttaripartur av Toftavegi opnar aftur.

4. juni 2021

Tekniskadeild hjá Vágs Kommunu, hevur í eina tíð arbeitt við, at finna loysnir, at opna Toftaveg fyri ferðslu báðar vegir. Tekniskadeild hevur gjørt eitt uppskot, hvussu Toftavegur við Vágs skúla kann opnast, soleiðis, at tað verður koyrandi vestur og úteftir. Uppskotið bleiv lagt fyri Ferðslunenvdina og har bleiv tikið undir við loysnini hjá tekniskudeild. Á býráðsfundi 31/5-21 samtykti eitt samt býráð, at taka undir við loysnini hjá tekniskudeild.

Eftir ætlan, kemur broytingin í gildið til skúlabyrjan í august.

  1. Skipa ferðsluna á Toftavegi
    1. Uppstrika vegbanar, gongubreyt og gonguteigar.
    2. Broyta parkering við skúlan.
    3. Steðgiforboð – í ovaru síðu (Frá Toftalíð til Krosslábrekku).
    4. ”Koss og farvæl øki” í niðaru síðu (Frá Toftaveg 44 út til parkeringpláss).
    5. Hámarkferð 30 km/t (Frá Toftalíð til Krosslábrekku).
    6. Loyva ferðslu báðar vegir frá Toftalíð til Toftabrekku.

Eisini verður arbeitt við, at gera ferðslutrygdina við Vágs skúla(Vágsveg) betur. Tað verður arbeitt við ymiskum loysnum, meir verður at frætta um tað seinni.

 

Last modified: 4. juni 2021