Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Útivikan: Vit fara at tuska!

21. maj 2013

Ganga útivikan 2009

Í gjár byrjaði útivikan við grindaróðri til Porkeris – í dag verður hildið áfram við gongutúri fyri øll.

Undir heitinum “Vit fara at tuska!” er gongutúrur fyri øll, gomul sum ung, á skránni í kvøld kl. 19.00.

Møtt verður við Gamla Skúla kl. 19.00

Í kvøld ganga okur vestur til Gjógvaráveg og niðan eftir, niðan í Fjallið og úteftir Traðarvegnum, niðaneftir Skálavegnum og út eftir Geilini til Toftalíði, og so omaneftir og vestur eftir Toftavegnum og enda vesturi á Gørðunum.

Fleiri túrar verða í vikuni, lýst verður nærri í morgin.

 

 

Last modified: 21. maj 2013