Í hesivikuni(21) er sokallaða “útivika”. Heitt verður á fólk um at taka undir við tiltakinum.
Til dømis við at ganga til og frá arbeiði, og í størsta mun vera úti um viðrar. Málast og hampast skal um til summarið og jóansøkuna og urtagarðurin og grasplenan skal røkjast.
Onskvøldið kl. 19: Hvistan skipar fyri familju- og barna gongutúri. Aftaná greiða fólk frá Hvistuni um rørslu, heilsugóðan mat, um at seta sær mál og náa teimum. Tiltakið er í Vilthúsinum.
Tórskvøldið kl. 19 verður postarenning. Skótaliðið Royndin skipar fyri og byrja verður í Garðatúninum.
Fríggjakvøldið kl. 17.30 verður súklutúrur inn á Núp. Byrja verður frá Posthúsinum. Luttakarar hava súklu og hjálm við.
Kommunan stuðlar øllum tiltøkunum við vatni og frukt.
N.B.
Nú nógv fólk er úti á vegunum til gongu ella á súklu verður heitt á bilførarar um at vísa ans og koyra varliga. Annars skal bilferðslan altíð vísa ans og koyra varliga.
Last modified: 20. oktober 2014