Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Útisetadagurin fluttur til 29. des.

20. december 2013

Vagur ur luftini

Útisetadagurin verður sunnudagin 29. des í Fjarlestrardeplinum – og ikki 22. des. í Stóra Pakkhúsi

Undir heitinum Vágs kommuna tekur ímóti vágbingum í útlegd verður skipað fyri Útisetadegi í Vági sunnudagin 22. desember.

Jólini og nýggjárið er tíðin, har nógvir útisetar leitað aftur til heimstaðið at verða saman við familju, vinum og kenningum um høgtíðina. Hetta eru dagar, har fólkatalið í bygd og bý kring landið er væl hægri enn vanligt.

Tað eru helst fáir dagar á árinum, har tað eru so nógvir vágbingar í útlegd savnaðir í Vági sum hesa ársins tíð. Tí hevur Vágs kommuna eisini gjørt av, at skipa fyri einum Útisetadegi í Vági sunnudagin 29. desember kl. 15.00, har allir vágbingar í útlegd, antin tey eru stødd í útlegd aðrastaðni í Føroyum ella uttanfyri landoddarnar, eru vælkomnir.

Endamálið við tiltakinum er, at fáa vágbingar í útlegd at seta orð á, hvussu tey uppliva Vág og Vágs kommunu í 2013? Hvørja Vágs kommunu droyma tey at flyta aftur til? Hvussu kann Vágs kommuna og fólkið, sum her býr, gera Vágs kommunu meiri áhugaverda at flyta aftur til? Gløgt er gestsins eyga, hvørji viðurskifti kunnu vit broyta ella gera betri í Vágs kommunu við íblástri frá tí, sum tit í útlegd síggja í øðrum bygdum, býum og londum?

Tiltakið verður fyri vágbingum í útlegd og verður sunnudagin 22. des. frá kl. 15.00 til 16.30 og verður í Fjarlestrardeplinum á Vágsvegi 22.

Heitt verður á tey, ið ynskja at luttaka í tiltakinum, at boða frá luttøku á vagur@vagur.fo

 

 

Last modified: 20. december 2013