Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Útgrevsturin fyri lutaíbúðunum byrjaður

24. november 2020

Nú er gongd komin á útgrevsturin í Mýrunum, har tær fyrstu seks lutaíbúðirnar í Vági verða bygdar.

Tað er byggifyritøkan Norcon úr Vági, sum stendur fyri arbeiðinum, og Bústaðir hevur ábyrgdina av byggingini.

Tá tær seks lutaíbúðirnar eru lidnar verða tær latnar lutaíbúðarfelagið, sum seks eigarar koma at eiga í felag. Bygdar verða íbúðir, sum eru 80 fermetrar og 90 fermetrar.

Íbúð á 80 fermetrar (2 kømur)
Innskot: 310.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 310.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.500 kr. um mánaðin eftir rentustuðulin)

Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 5.400 kr.

Íbúð á 90 fermetrar (3 kømur)
Innskot: 350.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 350.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.700 kr. um mánaðin eftir rentustuðul)

Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 6.100 kr.

 

Last modified: 24. november 2020