Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Úr Meksiko at uppliva nýggjárshaldið í Vági

2. januar 2020

Ár um ár veksur talið av útlendingum, sum koma til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági, og í ár var onki undantak.

Nýggjársaftansdag hittu vit Marko, sum saman við konu síni, er komin úr Meksiko býi til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági.

Marko hevði hoyrt um stórslidna nýggjárshaldið í Vági, og greiddi hann frá, at tá hann so sá filmsupptøkur á Youtube við stórari faklagongu, báli, víkingabáti og fýrverki, so mátti hann bara koma til Vágs at uppliva hetta og sleppa at bera fakkul.

Marko var eisini í stóru faklagonguni, sum í ár taldi 160 menn og kvinnur. Og hóast tað kendist tungt at bera, so kom Marko eisini á Tríkantin við faklinum – “onkur spurdi, um hann skuldi bera fakkulin fyri meg, men eg eri ikki komin allavegin úr Meksiko fyri at lata onkran annan bera fakkulin á mál”, greiddi Marko frá eftir faklagonguna

Eftir faklagonguna, sálmasangin, bálið og stóra fýrverksshowið fingu vit orð á Marko, sum segði, at hetta var tað mest ótrúliga hann hevði upplivað í lívinum. “Hetta er svakt, óveruligt, heilt ótrúligt – og hetta er ein av størstu upplivingum í mínum lívi”, segði Marko.

Nógvar tjóðir til nýggjárshaldið í Vági
Umframt Marko og konuna, úr Meksiko, so vóru eisini fleiri aðrar tjóðir til nýggjárshaldið í Vági. Fólk vóru m.a. úr USA, Belgia, Italia, Sveits, Hong Kong, Onglandi, Íslandi, Norra, Svøríki og Danmark.

Í ár stroymaði Visit Faroe Islands eisini frá nýggjárshaldinum í Vági og rakk nýggjárshaldið sostatt út til fólk kring allan Heim, og fer hetta uttan iva eisini ávirka áhugan fyri at vitja nýggjárshaldið í Vági komandi árini.

 

Kelda: Suðuroyarportalurin

Last modified: 2. januar 2020