Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Upplatingartíðirnar í Páls Høll víðkaðar

4. januar 2020

Nú farið er um ársskiftið er Páls Høll aftur opin sum vanligt, men nú við víðaðum upplatingartíðum.

Í samband við fíggjarætlanina fyri 2020 gjørdi Vágs Býráð av, at Páls Høll skuldi verða meiri opin og var eisini játtan sett av til hetta. Broytingarnar eru serliga, at Páls Høll er opin longri út á kvøldid flestu dagar, men eisini at latið verður upp fyrr fríggjadag.

Hesar upplatingartíðir í Páls Høll eru galdandi frá 1. januar 2020.

Mánadag
Kl. 8.30 – 9.15
Kl. 16.00 – 18.15

Týsdag
Stongt

Ónsdag
Kl. 16.00 – 18.15

Tórsdag
Kl. 8.30 – 9.15
Kl. 18.00 – 21.45

Fríggjadag
Kl. 15.00 – 19.15

Leygardag
Kl. 12.00 – 18.00

Sunnudag
Kl. 08.30 – 10.15
Kl. 14.00 – 17.00

Páls Høll letur aftur 45 min. eftir omanfyrinevndu tíðir.

Last modified: 4. januar 2020