Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ungdómstilboðið góða undirtøku frá ungdóminum

24. marts 2014

Margarin-03-14

1. februar byrjaði Alice Simonsen sum leiðari fyri ungdómstilboðið í Vági.

Alice hevur síðan lagt ætlanir um, hvussu eitt ungdómstilboð við ungdómshúsi kann síggja út, og í góðum samstarvi við Vágs Kommunu og Vágs Skúla er Alice komin í samband við allar skúlanæmingar frá 7. flokki og til og við 10.flokk.

Billiardhúsið í Vági, har ungdómstilboðið heldur til, verður nú málað og gjørt klárt til tey ungu at koma í. Tey ungu møta fjølment fleiri ferðir um vikuna at mála, práta og leggja ætlanir fyri húsið og tiltøk, ið koma at verða í húsinum komandi tíðina.

Seinasta vikuskifti var ein bólkur av ungum gentum úr Vági á kunningarferð í Havn, Hoyvík og Vestmanna saman við leiðaranum.

Har bleiv tosað við starvsfólk og ung í Margarinfabrikkini, Klubb 188 í Hoyvík og á Staðnum í Vestmanna. Hetta eru nøkur av ungdómshúsunum í Føroyum, ið eru vældámd og vælvitjaði av teimum ungu í nærumhvørvinum.

Hesa vikuna byrjar dansiundirvísing, ið Hallgerð Gregersen Olsen fer at hava í Billiardhúsinum. Fyrsta undirvísingin verður í dag, mánadagin 24. mars kl. 16-17 og øll frá 7. til og við 10 flokk eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.

Talan er fyrst og fremst um undirvísing av HIP HOP dansi, og hildið verður áfram í nakrar vikur. Eftir summarsteðgin heldur dansiundirvísingin fram í Billiardhúsinum.
Onnur tiltøk fyri tey ungu í Vági koma eisini á skránna, og lýst verður við teimum.

Øll frá 7. flokki og til og við 10. flokk eru vælkomin at koma í Billiardhúsið, nú vit mála og gera ymiskt annað fyri at fáa húsið klárt so skjótt sum gjørligt.

Eisini eru onnur hjartaliga vælkomin at hjálpa til við ymiskum, og til ber at venda sær til Alice Simonsen leiðara á tlf. 733010 at fáa eitt prát um tað.

 

Last modified: 21. oktober 2014