Ungdómshúsið í Vági hevur við jøvnum millumbiðlum annarleiðis, spennandi og ikki minst stuttlig tiltøk á skrá. Í gjárkvøldið var eitt av hesum tiltøkum í Marghøllini, har Ungdómhúsið hevði bjóðað VB-fótbóltskvinnum av til fótbóltsdyst.
Heilt fitt av áskoðarum høvdu lagt leiðina í Marghøllina, har Jakob Skaaning bríkslaði dystin í gongd kl. 19.
Ungdómshúsið legði har út og legði seg á odda beinanvegin. Og hildu tey í Ungdómshúsinum eisini leiðsluna til dystarenda. VB-kvinnurnar góvu tó teimum ungu skarpan gang í seinna hálvleiki, so munurin minkaði so hvørt.
Tá dómarin bríkslaði dystin av, var úrslitið 10-6 til Ungdómshúsið.
Enn eitt framúr gott tiltak hjá Ungdómshúsinum í Vági.
Last modified: 12. september 2018