Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ungdómshúsið jólagávur til 80 ár og eldri

15. december 2016

ungdomshus-jolapakkar-2016-2

Aftur í ár hava ung í Ungdómshúsinum í Vági gjørt av at gleða okkara eldru um jólini. Seinastu dagarnir hava tey verið runt við jólapakka til borgarar, sum eru 80 ár og eldri í Vágs kommunu.

Í jólapakkan er ymiskt, sum tey ungu sjálvi hava gjørt.

Hesar dagarnir og komandi dagar ganga tey hús av húsi. Og allastaðni verða tey ungu bjóðaði vælkomin við smílum og klemmum.

Hetta hevur verið eitt av mongu hugskotum sum er fostrað í Ungdómshúsinum í Vági, hetta bæði fyri at lata fólk vita, at vit eitt Ungdómshús í Vági, men eisini fyri at vísa á hvussu fyrimyndarliga fitt børnini og tey ungu eru, heilsa tey úr Ungdómshúsinum.

Last modified: 15. december 2016