Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ungdómshúsið í Vági vitjan av kendum dansarum

3. april 2014

image

Í samband við páskafrítíðina koma Tony og Joel, ið eru tveir av kendastu donsku dansarunum til Føroya at undirvísa, m.a. í Yndi í Havn og í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Tað er Ungdómshúsið, ið hevur heitt á donsku dansararnar um at koma suður at undirvísa teimum ungu í ymiskum sløgum av HIPHOP dansi.

Hetta vilja teir fegnir koma, og teir gleða seg at koma til suðuroyar at undirvísa og dansa saman við teimum ungu. Undirvísingin verður í Stóra Pakkhúsi, tí at Ungdómshúsið ikki er heilt klárt enn.

Tony og Joel eru báðir kendir dansarar og dansiundirvísarar, og hava m.a. dansað til framførslur hjá Justin Timberlake, The Fugees, Fallulah, Infernal og Raske Penge.

Dansiundirvísingin er ætlað teimum 13 til 20 ára gomlu. Undirvísingin byrjar fríggjakvøldið 11.apríl kl 21 og endar sama kvøld kl 24!

So um tú vilt hava eina dansiuppliving á høgum stigi, er at skunda tær at tekna teg. Um tú ikki ert vanur at dansa, er hetta eisini ein góður møguleiki at koma í gongd, tí teir eru vanir at undirvísa bæði vandum og óvandum.

Send eitt sms til Alice á tlf 733010, har tú upplýsir navn og aldur.

Kostnaður : 5o kr, ið skulu gjaldast við inngongdina.

Last modified: 21. oktober 2014