Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ungdómshúsið gjørt jóladekoratión til eldrabústaðir

2. december 2016

ungdomshus-eldrasambylid-joladekoration

Nú jólini nærkast, hava tey í Ungdómshúsinum í Vági gjørt jóladekoratiónir til Eldrasambýlið og ellis- og røktarheimið Hamragarð og til Eiðisgarð, sum er heim fyri sinnisveik.

Komandi viku fara tey eisini at gera jólagávurnar til tey, sum eru 80 ár og eldri í Vágs kommunu.

Tað er heilt fantastiskt at síggja, at okkara ungu eisini hava jólahugna hjá teimum eldri borgarunum og hjá teimum á Eiðisgarði í huga, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Eg eri ómetaliga glaður um, at okkara Ungdómshús eisini rúmar slíkum tiltøkum, sum m.a. eldri borgarar í kommuni fáa gleði av, sigur Dennis Holm.

Myndin er frá vitjanini á Eldrasambýlinum í Vági.

 

Last modified: 2. december 2016