Aftur í ár fer Vágs kommuna at bjóða ungum í kommununi at gera fyrifallandi arbeiði í kommununi í summar.
Seinastu árini hevur Vágs kommuna skipað sokallaða “Ung í arbeiði” um summarið, har ungdómar fáa møguleika at gera fyrifallandi arbeiði fyri kommununa í summar mánaðunum. Á býráðfundinum 15. apríl samtykti býráðið at skipanin við ungum í arbeiði aftur skal verða í ár.
Um mánaðarskiftið mai/juni verður kunnað nærri um skipanina og um hvussu ung kunnu skráseta seg til skipanina.
Last modified: 22. april 2013