Eins og undanfarin ár skipar Vágs kommuna fyri Ung í arbeiði í summar, soleiðis at okkara ungu fáa møguleikan at vinna nakrar krónur, samstundis sum tey eru partur av at fríðka um í Vági.
Hesar fyrstu dagarnir verða tey ung á leiðin frá Sandinum, framvið Laksá og vestur á Vatnið. Síðani verður farið at lúka framvið vegum og gøtum ymsastaðni í býnum, meðan onnur fara at mála stakitt, benkur o.a.
Last modified: 4. august 2015