Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ung í arbeiði aftur í ár gjørt megnararbeiðir

8. juli 2020

Tvær hendingaríkar vikur við ungum í arbeiði eru farnar framvið og tað er sjón fyri søgn, at okkara ungu eru sera røsk. Eins og undanfarin ár hava ung í arbeiði í ár gjørt megnararbeiðir.

Sum vant, so hevur arbeiði m.a. fevnt um at lúka og mála, og í ár hava ung í arbeiði eisini rudda greinar og koppaði trø burtur í Plantaguni.

Tilsamans út við 40 ung vóru í arbeiði hesar báðar vikurnar og seinasta arbeiðsdag, fríggjadagin 3. juli, bjóðaði Vágs kommuna grillaðar pylsur & breyð og sunkist í Parkini á Sandinum.

Niðanfyri eru nakrar myndir.

 

 

Last modified: 8. juli 2020