Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ung í arbeiði 2021

28. maj 2021

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14 til 16 ár at vinna sær nakrar krónur, sum ung í arbeiði hjá Vágs kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár, áðrenn 21. juni, men má ikki verða fyltur 17 ár áðrenn 2. juli.

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Byrjað verður mánadagin 21. juni. 2021 og arbeitt verður í 2 vikur, 4 tímar um dagin.

Freistin at søkja er ónsdagin 16. juni kl 16.00.

Áhugaði kunnu venda sær til tlf. 663000 ella senda teldupost á vagur@vagur.fo

Last modified: 28. maj 2021