Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Umsóknarfreistin er tórsdagin kl. 12.00

8. oktober 2014

Vagsfjordur

Vágs Kommuna søkir eftir arbeiðsformanni. Umsóknarfreistin er kl. 12.00 tórsdagin 9. oktober 2014.

Arbeiðsuppgávur
Undir leiðslu og beinleiðis tilvísing til teknisku deild, fyriskipar og røkir arbeiðsformaðurin m.a. hesar uppgávur:
• hevur dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi av kommunalum ognum, spillivatnleiðingum, vatnleiðingum, fríðkan av økjum v.m. um hendi
• hevur ábyrgdina av amboðum og maskinum og akførum
• luttekur í skráseting av vegum, vatn- og spillivatnleiðingum soleiðis at hetta er teldutøkt og dagført

Fakligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv. Tú skalt hava koyrikort til vanligan bil og hava telduførleika.

Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, málsøkin, fyrikomandi, hevur leiðsluroyndir og gongur undan í at menna tænastustøðið, dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Vágs kommunu tlf. 733000

Umsóknir
Umsóknin við avriti av møguligum viðmælum og prógvum, og upplýsing um royndir, skal vera Vágs Kommunu, Vágsvegur 30, FO 900 Vágur, í hendi, viðmerkt ”arbeiðsformaður til Vágs Kommunu”, ella vagur@vagur.fo í seinasta lagi tórsdagin 9. oktober 2014 kl. 12.00.

 

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarir eru, skilar Vágs kommuna sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

 

Last modified: 20. oktober 2014