Í góðveðrinum 4. juni vóru starvsfólk í umsitingini hjá Vágs kommunu á annarleiðis arbeiðsdegi.
Í mun til vanligar arbeiðsdagar á kommunuskrivstovuni í Vági, høvdu starvsfólk hendan dagin ein annarleiðis arbeiðsdag. Farið varð vestur á Sandin, har fólk í døgunum frammanundan vóru byrjaði at mála stakitti – og fóru starvsfólkini í umsitingini at geva eina hond.
Fleiri onnur vóru eisini á Sandinum hendan dagin og málaðu, lúkaðu og slógu grasplenurnar.
Í døgurðasteðginum varð grillin tendrað – alt í alt ein framúr góður dagur á Sandinum.
Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Sandinum: www.a-sandinum.com
Last modified: 6. juni 2013