Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Umlegging á vatnleiðingini á keiini

17. februar 2018

Í samband við at nýggj vatnleiðing er løgd á keiini eru nakrar fyribils umleggingar gjørdar í gjár, sum hava havt ávirkan á vatntrykkið ovarliga í bygdina.


Arbeiðið við vatnleiðingini á keiini verdur gjørt liðugt í dag (leygardagin 17. feb.) og verður keiøkið tá aftur bundið í eystara reinsiverk. Tá verður vatntrykkið í ovara parti av bygdini eisini eins og vanligt.

Last modified: 17. februar 2018