Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

UDB í Vági meira opið

23. februar 2021

Barna- og ungdómsnevndin hjá Vágs kommunu sum er mannað við Levi Mørk, Marin Hentze Gaardlykke og Eyðbritt Krosslá, hevur samtykt at ungdómshúsið skal hava meira opið, serliga um vikuskiftið.

Sum er hevur ungdómshúsið opið týsdag og mikudag hvørja viku. Umframt tórsdagar í líka viku, og fríggjakvøld í ólíka viku. Húsið er bert opið ein leygardag um mánaðin.

Tað er serstakliga um vikuskiftini, at ung fólk hava tørv á at kunna møtast eitt trygt stað. Hetta hava bæði foreldur og ungu víst á.

Hetta hevur Barna- og ungdómsnevndin tikið til eftirtektar, og nú játta at víðka upplatingartíðina serliga í vikuskiftinum, sigur Levi Mørk formaður í barna- og ungdómsnevndini.

Levi Mørk sigur víðari, at bæði børn og ung trívast væl í UDB og kommunan hevur ein hóp av starvsfólkið sum gera eitt framúr gott arbeiðið, sum eisini ger at tey ungu trívast sera væl í húsinum.

Húsið treingir til ábøtur, og tí er peningur settur av á fíggjarætlanini fyri 2021 til hetta arbeiðið, vindeygu skulu skiftast, nýtt tak leggjast á, og húsið verður í summar málið.

 

Last modified: 23. februar 2021