Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tykur vandu, tykur róðu og tykur sigraði

3. november 2016

Í fullsettari skúlahøll í gjárkvøldið, vóru føroyameistararnir á Smyrli heiðraðir fyri stóra bragd teirra, tá teir í harðari kapping alt kappróðrarárið, sannførandi vunnu Føroya-meistaraheitið 2016.

Í samband við móttøkuna fyri manningini á Smyrli, bar Danjal Bjarkhamar, formaður í Mentunarnevndini hjá Vágs Býráð fram hesa røðu:

 

Góður áhoyrarar, góðu kappróðrarfólk

Sum formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu er litið mær til at bera tykkum kappróðarfólkum nøkur orð her í kvøld. Okur ætla at takka og heiðra tykkum fyri stórfingna avrik tykkara, nú tykur, við 6-mannafarinum Smyrli, so meistarliga bóru okkum føroyameistarskapi til Vágs.

Í Brestiskvæðnum, verður sera livandi greitt frá, tá Brestir og Beinir róðu sín lívs róður, ikki í kappróðri, men fyri at bjarga lívinum: Í tí eina ørindinum verður so rámandi tikið til…..

Armar orna, andlit rodna, spennast sterkar spengur; árar bogna, homlur togna, skúmið dreiv um rengur.

Soleiðis hava tykur ið manna hava Smyril, Janus Augustinussen, Búgvi Petersen, Djóni Petersen, Danjal Martin Hofgaard, Signheðin Djurhuus, Jón Hofgaard og Anna Eysturberg í alt summar róð fyri at vinna heimaoyggj og heimbygd tykkara heiður og æru. Tykur hava leita tykkum í bátin, spent í árarnar og gjøgnum alt summarið vunnið tykkum heiður millum javnlíkar her á landi. Túsund takk fyri tykkara lut í kappróðrarárinum 2016.

Tað er eitt bragd í sjálvum sær, at okur í Føroyum eiga ungdóm sum tykum, sum framvegis – og í stórum tali – tekur ár í hond.

Okur skulu minnast til, at tykur ungu róðrarfólkini, eru tey, sum skulu byggja okkara land, og eg má siga, at tað áræðið, sum tykur hava lagt fyri kappingarárið 2016, boðar frá góðum.

Við ítróttinum nemur ungdómurin sær royndir og eginleikar, ið seinni koma teimum
og okkum øllum til góðar úti í samfelagnum, ikki minst í vinnuligu kappingini.

Ung sum tykur seta sær mál. Tey eru treyst, tey tora, trúgva, tonkja og tala. Og í seinasta enda skapa tey trivnað fyri seg og okkum øll.

Hetta er sættu ferð at bátar hjá Vágs kappróðrarfelag vinna Føroyameistaraheitið, og serliga hjá Smyrli hevur hylnast væl, tí Smyrilin eigur fýra av teimum seks meistara-heitunum. Væl hevur verið róð og væl hevur verið skipa fyri – og tykur í nevnd felagsins og tær eldsálirnar sum hjálpa til og stuðla virkseminum í Vágs kappróðrarfelag, eiga eisini eina hjartans tøkk. Tykkara sjálvbodna arbeiði kann ongantíð virðismetast nokk.

Eg vil hervið sum formaður í mentanarnevndini – vegna kommunustýrið, vegna okkum øll, sum her eru, og vegna alt okkara lokalsamfelag – bera tykkum eina hjartans tøkk fyri tykkara flotta avrik og úrslit, kappróðrarárið 2016.

Tykur vandu, tykur róðu, og tykur sigraðu! HJARTALIGA TILLUKKU

Last modified: 3. november 2016