Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tvey VERKAFÓLK til Vágs kommunu í summar

8. juni 2016

Vágur-úr-luftini

Vágs kommuna søkir eftir tveimum verkafólkum til tíðaravmarkaði størv hjá Teknisku deild í summar.

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um røkt av kommunalum ognum, umframt vanligt verkafólkaarbeiði.
Ynskiligt er, at tú hevur vitan og royndir innan verkafólkaarbeiði og hevur koyrikort.

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um tímalønt starv.

Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til vagur@vagur.fo ella til Vágs kommunu, Vágsvegur 30, FO 900 Vágur.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. juni 2016 kl. 12.00

Meiri fæst at vita
Meiri fæst at vita við at venda sær til Petry Joensen á tlf 239308. í skrivstovutíð hjá kommununi.

Last modified: 8. juni 2016