Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Tunnir, spannir, posar og skiljivegleiðing verða borin út til húsarhald

6. maj 2020

Í dag (ónsdagin 6. mai) verða spannir, tunnir, posar og skiljivegleiðing borin út til tey gott og væl 30 húsarhaldini, sum eru við í royndarverkætlanini í Vágs kommunu, har farið verður undir at skilja matleivdir/lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Vit eru sera spent um at fara ígongd og arbeitt hevur verið fram ímóti at Vágs kommuna eisini á hesum økinum skal ganga undan og gerast grønari, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Skipanin virkar á tann hátt, at svarta tunnan við frámerkinum MATLEIVDIR skal standa uttanfyri. Brúna spannin við loki og við mais-posum í, verður inni í húsinum. Maisposarnir og verða tømdir út í svørtu tunnuna. Tá húsarhald hava fingið spannir, tunnir og posar, fara tey beinanvegin skilja í tráð við vegleiðingina, sum tey eisini fáa í dag.

Vágs kommuna stendur fyri tømingini av tunnuni til matleivdir og tunnan verður tømd fyrstu ferð týsdagin 26. mai.

Umframt skilji-vegleiðing, so fáa húsarhald eisini ein kalendari yvir nær Vágs kommuna kemur at tøma tunnuna við matleivdum. Á kalendaranum eru eisini yvirlit yvir nær IRF heintar inn gráar posar við húsarhaldsruski og hvítar postar við pappíri til endurnýtslu.

Ætlanin er at royndarverkætlanin kemur at koyra í umleið 6 mánaðir, har tey gott og væl 30 húsarhaldini skilja matleivdir frá vanligar húsarhaldsruskinum. Í hesum tíðarskeiði verður skrásett hvussu nógv verður skilt frá í tunnuna til matleivdir, tá hon verður tømd 3. hvørja viku. Eisini fara vit í hesum tíðarskeiðinum at gera royndir við hvussu vit fáa gjørt besta kompostin burturúr matleivdunum, og hetta arbeiði kemur Hjalti Thomsen, leiðari fyri endurnýtsluna at standa fyri, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

 

Last modified: 6. maj 2020